Coldplay møtti ikki upp

Sum siður er á tónleikahandanum, var eisini ein Planet latin fyri ársins besta útlendska navn. Eingin ivi var um hvør skuldi vinna hendan heiðurin, tí Coldplay kom klárt inn á fyrsta plássið.

    Teir møttu tó ikki í Miðlahúsinum fyri at taka ímóti Planet virðislønini, og ístaðin var tað Eirikur Lindenskov frá Sosialinum, sum fekk heiðurin at trína á pallin í staðin fyri Coldplay.