Coldplay besti útlendski bólkur

10 ár eftir stovnanina hevur bretska Coldplay vunnið sær eina planet sum besti útlendski bólkur í 2008 Saman við Coldplay vóru Duffy, Kings of Leon, Katy Perry og Radiohead í uppskoti til planetina fyri ársins útlendska bólk.

Í ár hevur Coldplay veruliga gjørt um seg, og í summar tørvaði útgávuni, Viva la Vida or Death and All His Friend, bert tríggjar dagar, áðrenn enski tónleikatindurin varð raktur. Og áðrenn juni mánaður var av, hevði útgávan vunnið sær status sum mest downloadaða útgávan á netinum nakrantíð.