Coherens ? Um at hoyra til

   

Páll Poulsen
?????????????
??har vuksu hømiliur og deyðagras. Hanus Kamban: »Mjørki í heilum.«
Coherens avgerð alla tankagongd og setur rammurnar fyri teirra sosiala lívi. Abstraktiónsevnini koma ongantíð uppum coherens. Tey halda seg hoyra til og longur er tann søgan ikki.
Intelligensur er at duga at hugsa refleksivt og at seta saman hendingar og taða tær sundur aftur og duga at knýta tær saman aftur á einum uppaftur hægri støði, á einum teoretiskum støði, um tað er neyðugt.
Coherensútsøgnin hevnir seg aftur, ta ið ikki er farið nóg djúpt niður í grundarlagið. Leysar próvførslur hava einki universalvirði berandi í sær. Orsøkin til hitt "fría" fallið hjá tí føroyska samfelagnum liggur í hesum. Eingin hávitan kann standa í hesum ljósi, uttan at detta niður.
Teir premodernaðu trupulleikarnir føroyska samfelagið stríðist við eru beinleiðis avleiðing av at vit sum samfelag ikki hava loyst hesar strukturellu trupulleikar á hægsta stigi. Har heilir heilar áttu at sitið, sita ónýtiligir maktpersónar, sum hvørki hava vit ella skil. Bert frekleikan.
Tá ið viðkomandi persónar ikki duga at reflektera um teirra egna leiklut, eru teir í veruleikanum ikki við longur. Ein sóttreinsan má fara fram. Samfelagið fær mentalan totalskaða av slíkum amatørum, summir sita eisini í fleiri størvum í senn.
Homo domesticus.
Í hesum fitta danska heimastýrishúsi ganga "domestokratarnir", homo heimastýriscus, ella "heimastýrikarnir" runt og spæla hesa stórdonsku coherens-rolluna.
Sosialt coherens skapar sosiala "degeneratión", í hesum týdningi eisini mentala degeneratión. Standardurin søkkur, tí børnini hjá "yvirstættini" eru vorðin býtt, tískil skulu "hini" gerast býttari enn tey.
Í hesum danska dukkuhúsi ganga dukkudoktarar og spæla "mamma og børn" við Patriziu á odda. (Lille doktor).
Heimastýrislógin er heldur ikki annað enn dukkuhúsið danir smoygdu oman yvir okkum, fyri at verifisera teirra egnu uppfatan av "die Edle willen" og "fætter og kusinesamfund", men tað eru danskir skúlar sum hava ment disintegritetin. Lærdómur kann sum kunnugt bert virka emansiperandi, frígerandi. Ikki kúgandi. Men verður skúlaskipanin býtt á hægsta stigi, sita føroyingar og kúga aðrar føroyingar. So eru danir slopnir, tí Føroyar hava fingið somu premodernaðu trupulleikar sum fyrrv. fronsk og bretsk hjálond í afriku hava. Gomlu keisararnir mundu vita hvat teir gjørdu, tá ið "eunukkar" sótu sum embætismenn.
Spælið "at hoyra til" ger at heilar institutiónir enda sum sosiologisk fyribrigdi. Eitt fyribrigdi kann ikki sjálvt gera kanningar ella fremja "gransking."
Tað endaði eisini við at "fyribrigdið" sjálvt gav prógvini ímóti sær sjálvum út í bók.
Greinar í volapúkki og inkongruensi standa í Sosialinum hvønn leygardag. Hetta sjálvt um málvísindin hevur givið okkum eitt presist metodiskt instrument, til bæði at skapa eitt mál bygnaðarliga og í tess stórleika at slóða fyri nýggjum leiðum.

Sjúklingurin dugir ikki føroyskt.
Observatiónsfeltið er ber tilvild, omanlop eru ofta í líðum, ikki fjallasíðum. (da. fjeldside).
At duga at skriva eitt beint og lættskiljandi mál er ikki longur ein dygd.
Tað skal skurra av hesum danskleikanum, og alt er vorðið so "paradoksalt", tí tey ikki duga at skriva "á førist".
Fólk sum eru uppvaksin á stórdonskum asfalti verða ongantíð føroyingar. Flestu teirra missa sambandið við veruleikan og skilja ikki teir tankar sum eru millum fólk í Føroyum.
Patrizia situr so óð uppi í Marknagili og dropar oman yvir býin, tí hon skilir hann ikki. Hvussu kann hon tað? Hon hevur ongantíð verið ein partur av honum.
Men tað liggur væl fyri at biðja systkinabarnið í Svf gera reklamuinnsløg í Degi og Viku, tí "næmingarnir" skulu hava pengar. Eg kenni so einki til at onnur enn leiðslan á Setrinum hava ábyrgdina fyri játtanini og at hon verður brúkt.
Premodernitetur sæst eisini tá ið onnur enn politiski myndugleikin stýra. Eitt sætt ódnarveður kom eftir fíggjarnevndini í farnu viku. Orsøkin til at Jóannes Dalsgaard hevur sitið báðu megin borðið og viðgjørt seg sjálvan, og hevur fingið pengar fyri tað er einføld. Hatta er Jóannes Dalsgaard so vanur við at gera.
Tá ið tílíkir maktstrukturar stýra politisku skip-anini, verða premodernaðu symptomini nógv verri. Patienturin (Setrið), fer longur út at koyra mentalt. Um ein fordrukkin sjúklingur fær tablettir frá læknanum, fer hann bara longur út at koyra, um hann ikki er motiveraður til at leggja av.
Javnrættindi tryggjast ikki við at seta líka nógvar kvinnur í mun til talið av monnum. Javnrættur er at lata dugnaligar menn koma framum ódugnaligar kvinnur. Í Føroyum er sum vera man alt øvugt.