Sambært fyrrverandi advokatinum hjá Trump forseta, kendi hann almannakunngeringina hjá WikiLeaks av teldupostum hjá Hillary Clinton í 2016.
Donald Trump forseti fekk at vita frammanundan, at WikiLeaks hevði ætlanir um at leka út upplýsingar um teldupostar, sum kundu skaða herferðina hjá Hillary Clinton.
Tað sigur fyrrverandi advokatur hansara, Michael Cohen, sum í dag hevur vitnað í eini opnari hoyring í Umboðsmannatinginum.
Í vitnisfrágreiðing, sum Cohen hevur fyrireikað frammanundan, sigur hann, at hann var til staðar, tá Trump fekk teleonboð um lekan.
Cohen samstarvar við serákærar Robert Muller í sambandi við Russland-kanningina. Fyrr hevur hann tó bæði logið fyri Mueller og Kongressini.
Sambært fyrrverandi advokatinum greiddi ráðgevarin hjá Trump, Roger Stone, tá frá í telefonini, at hann júst hevði verið í sambandi við WikiLeaksstovnaran Julian Assange.
Stone greiddi eftir øllum at døma frá um ætlanirnar hjá WikiLeaks um at ein stóran leka av teldupostum, sum kundu ávirka valstríðið hjá Hillary Clinton. Tað eru informatiónir, sum trump fyrr hevur sagt, at hann ikki kendi til.
Meðan Cohen ber hetta fram í dag er hinvegin ikki greitt, hvørji prógv hann hevur fyri at byggja undir sítt uppáhald.
Í fjør var Cohen dømdur í trý ára fongsul. Tað var millum annað tí, at hann syrgdi fyri at gjalda tveimum kvinnum fyri ikki at almannakunngera uppl´syingar, sum kundu skaða valstríðið hjá Trump til forsetavalið í 2016.
/ritzau/AP