Cohen sigur Marianne farvæl

Leonard Cohen sendi heilsan til doyggjandi kvinnu, sum gav honum íblástur til fleiri sangir

Í 1960 hittust sangarin Leonard Cohen og norska Marianne Ihlen á griksku oynni Hydra. Cohen og vinfólk sótu úti við eitt borð, tá ið Marianne kom at keypa saman við dóttir síni. Cohen beyð Marianne at sita hjá teimum, og tað gjørdist byrjanin til eitt langt samband millum Leonard Cohen og Marianne Ihlen.

Tey bæði búðu saman í 1960’unum, og sambært Cohen var hon íblástur til fleiri av hansara sangum – ikki minst ”So Long Marianne” og ”Bird On a Wire”.

Um ólavsøkumundið doyði Marianne Ihlen 81 ára gomul av krabbameini. Tá ið hon lá til tað síðsta, setti ein vinmaður hennara seg í samband við Leonard Cohen og boðaði honum frá, at Marianne hevði bert dagar eftir at liva í.

Nakrar tímar seinni sendi Leonard Cohen eina heilsan til Mariannu, sum vinmaður læs fyri henni, og sum hon skilti. Rørandi heilsanin frá Leonard Cohen ljóðaði soleiðis:


- Ja Marianne, nú er tíðin komin, at vit eru so gomul, at okkara kroppar detta sundir, og eg rokni við, at eg verði skjótur aftaná tær. Tú skalt vita, at eg eri beint í hølunum á tær, og um tú rættir út hond tína, rokni eg við, at tú røkkur mínari. Tú veitst, at eg altíð elskaði teg fyri tín vakurleika og vísdóm, men mær nýtist ikki at siga meiri um tað, tí tú veitst alt um tað. Men nú vil eg ynskja tær eina góða ferð. Farvæl, gamli vinur. Ævigur kærleiki, vit síggjast longri á leiðini.

Nakrar dagar seinni fall Marianne í óvist og doyði 82 ára gomul. Vinmaðurin, sum læs heilsanina frá Cohen fyri henni, sigur, at tá ið Cohen bað hana rætta hond sína út, rætti Marianne armin upp og smíltist.

Trýst á pílin í myndini omanfyri og hoyr sangin ”So Long Marianne”. 

NRK gjørdi í 2011 útvarpsdokumentar við Marianne Ihlen um sambandið við Leonard Cohen. Tú kanst hoyra sendingina her