Trýstið á Sepp Blatter, forseta í alheims fótbóltssambandi FIFA, økist í heilum. Fyrr í ár vórðu fleiri av oddafólkunum í felagsskapinum, ið hann hevði nógv samstarv við, handtikin og skuldsett fyri fíggjarsvik. Nógva rumbli av handtøkunum førdi við sær, at Blatter lovaði, at hann skuldi leggja frá sær tá ein nýggjur forseti varð valdur.
Limalondini fáa tó ikki møguleika at velja nýggjan forseta fyrr enn í februar.
Tað tyktist, at støðan hjá forsetanum ikki kundi versna, men í síðstu viku framdu sveisiskir myndugleikar eina húsarannsókn í høvuðssætinum hjá FIFA, har millum annað Blatter varð handtikin og sjálvur ákærdu fyri fíggjarsvik.
Fram til tá høvdu stóru lýsararnir hjá FIFA, harímillum Coca-Cola og McDonalds, hildi lágan profil og stuðla FIFA-forsetanum, men seinastu handtøkurnar hava fingið bikarið at flóta yvir. Lýsararnir hava nú heitt á forsetan, um at leggja frá sær í stundini. Orsøkin er, at tey ikki meta, at Blatter megnar at gera tær broytingar í felagsskapinum, ið eru neyðugar.
Sepp Blatter letur tó ikki við sær koma, og hevur svarað stuðlunum, at tað er í bestu áhugamálunum hjá FIFA, at hann verður sitandi í sessinum til næstan formansval.
Blatter hevur verið forseti í FIFA síðani 1988.