Coby er nýggjur á Argjum

AB hevur í kvøld gjørt sáttmála við 21 ára gamla Coby Atkinson. Hann, Michael Smith og Agustín Marsico hava allir gjørt sáttmála við AB seinastu dagarnar

AB hevur í kvøld gjørt sáttmála við 21 ára gamla Coby Atkinson. Hann, Michael Smith og Agustín Marsico hava allir gjørt sáttmála við AB seinastu dagarnar. Foreldrini hjá Coby eru av Jamaika, men hann er uppvaksin í Amerika, har hann eisini er ríkisborgari. Coby Atkinson er ætlaður miðvøllinum, sum eisini hevur fingið tilgongd av Mikkjali T. Hentze og Jobini Drangastein.

 

AB hevur havt 16 spælarar til royndarvenjing í seinastuni. Hetta er nakað, sum ítróttarstjórin - Jonas Dal Andersen - skipar fyri. Tað verða í mesta lagi fimm spælarar í hópinum, sum eru útlendingar uttanfyri norðurlond. Eitt lið kann bara hava fýra útlendingar uttanfyri norðurlond á dómaraseðlinum á gangin.

 

AB skrivar:

 

Tað grør um gangandi fót við sáttmálaundirskriftum inni í Vika í hesum døgum. Nýggjasti leikarin, sum vit kunnu kunngera, er 21 ára gamli miðvallarin, Coby Atkinson, ið hevur skrivað sáttmála fyri kappingarárið 2022.

 

Coby hevur foreldur úr Jamaica, men er uppvaksin í USA og hevur eisini amerikanskan ríkisborgaraskap. Hann spælir mitt á miðuni. Miðvallarin hevur áður verið í ungdómsdeildini hjá Major League Soccer-felagnum, Portland Timbers, og harafturat spældi hann í eitt ár, frá 2018-2019, við U19-liðnum hjá týska Arminia Bielefeld.

 

Á myndini er Coby Atkinson avmyndaður saman við formanni felagsins, Mariusi Thomassen.