Í ár eru liðin 20 ár, síðani tónleikarin Kurt Cobain doyðu. Hann var sangari í kenda bólkinum Nirvana, sum gjørdist slóðbrótandi fyri nýggjum rockráki í 1990’unum. Leygarkvøldið verður konsert við tónleiki hjá Cobain í Spaniastovu í Klaksvík. Eitt húsaorkestur spælir, og solistar fara at syngja – eitt nú Benjamin Petersen, Hans Andrias Jacobsen og Lindi Gardar. Eisini hugleiðir Andras Sólstein um Kurt Cobain.Konsertin klokkan 22 er útseld, og tí verður eykakonsert kl. 20.00.
Nirvana Unplugged – Come As You Are
Spaniastova í Klaksvík
Leygarkvøldið 5/4 kl. 20 & 22