CoastZone eitur nú NAX

Upplivingarfyritøkan, kend undir navninum CoastZone North Atlantic, skiftir samleika og eitur nú NAX, North Atlantic Xperience.

Føroyska upplivingarfyritøkan, sum er kend undir navninum CoastZone North Atlantic, skiftir samleika og eitur nú NAX, sum stendur fyri North Atlantic Xperience.

 

Tað eru teir tríggir, Eyðun Berg, Ólavur Thomsen og Hans Mikkelsen, sum eru nakrir av eigarunum og reka fyritøkuna. Fyritøkan varð upprunaliga stovnað saman við danska felagnum CoastZone, og tí varð navnið av fyrstan tíð CoastZone North Atlantic.

 

Seinastu tvey árini hevur fyritøkan verið føroysk burturav, og tí varð hildið rætt at geva fyritøkuni sín egna samleika. Navnið skuldi verða stutt, einfalt, øðrvísi og lætt at handfara.

 

NAX er ein stytting av North Atlantic Xperience. Búmerkið er Norðstjørnan við einum ringi rundan um. Norðstjørnan er álitið, hon vísir veg og umboðar norðaru hálvkúlu, og hetta er eisini tað, sum NAX stendur inn fyri.

 

NAX skipar fyri tiltøkum og upplivingum til fyritøkur, stovnar og bólkar innan ferðavinnuna - fyri tað mesta úti í okkara vøkru og óspiltu náttúru. 

 

Fyritøkan hevur drúgvar royndir við at menna og optimera bólkar og lið. Tað kann vera árliga útferðin, at starvsfólkahópurin skal samansjóðast ella eitt ávíst endamál, ið virkið arbeiðir við. Skráin verður samansett soleiðis, at øll kunnu vera við.

 

NAX er ein mobil eind og skipar fyri tiltøkum um alt landið, og soleiðis eru nýggjar upplivingar altíð ein valmøguleiki.

 

Dømi um upplivingar og avbjóðingar eru at síga og klatra, svimja í grottum, leypa á sjógv frá ymsum hæddum, rógva í kajakk, ríðitúrar og vakrir og avbjóðandi gongutúrar umframt nógv ymiskt annað.

 

Meira kann lesast um NAX á heimasíðuni www.nax.fo

 

Á myndini, sum Álvur Haraldsen hevur tikið, eru Eyðun Berg, Ólavur Thomsen og Hans Mikkelsen frá NAX.