Sofia Manning
Týtt: Barbara Dahl, sertifiseraður Life- og Businesscoach
Coaching hevur av og á borið orð fyri bara at vera fyri tey fáu og tey við framíhjárættindum - tey við nógvum yvirskoti, ið bara vilja hava tað betur. Men um tað er heilt rætt, vil eg seta eitt stórt spurnartekin við. Tí at mínar royndir siga mær nakað annað.
Fyrst og fremst er coaching ein amboðskassi. Hesin veður brúktur i nógvum ymiskum høpum, tí tað tekur støði í at seta teir røttu spurningarnar. Tað ger coaching til eitt opið amboð at arbeiða við og eitt amboð, ið kann nýtast av nógum ymiskum menniskjum.
Tá eg starvaðist sum coach í USA og stóð fyri altjóða coaching í fyritøkuni, fekk eg hetta staðfest dagliga. Gjøgnum mína telefoncoaching hevði eg samband við menniskju frá øllum pørtum av heiminum, og øll nutu gott av teimum nógvu møguleikunum, ið coaching hevur at bjóða. Har var ein maður frá Borneo, ein kvinna frá Suðurafrika, onglendingar, skandinavar, kristin, muslimar, jødar og ateistar.
Umframt hetta var tann sosiala spennivíddin eisini breið. Eg coachaði margmillióningum, sjávstøðugt vinnurekandi, heimagangandi húsmøðrum, arbeiðsleysum osfr. Tað var ein breidd, ið var djúpt hugtakandi.
Og tí at mítt starv sum coach var at seta teir røttu spurningarnar og ikki at koma við svarum, kundi eg í øllum hesum ymisku høpum trygt lena meg upp at míni mannagongd og seta teir spurningar, ið júst tann persónur, eg arbeiddi við, hevði brúk fyri at hoyra. Tann lætti. Mær nýttist ikki at koma við nøkrum svarum ella hava tær gyltu loysninar, og eg kundi coacha øll við teirra ymiskleika, tí eg var vand í eini røð av mannagongdum til at fáa míni viðskiftafólk at koma fram til nettup tær loysnir, ið vóru rættar fyri tey.
Og er tað ikki tað besta undir øllum umstøðum? Hugsa um teg sjálvan. Hvat riggar best hjá tær? Tá onnur royna at taka avgerðir fyri teg við at stappa teg niður í ein kassa, har tey halda tú hoyrir til og geva tær svar? Ella tá tú lýsir tín egna kassa, handlar upp á tað, tú sjálvur vilt, og finnur tíni egnu svar?
Seinri í einum øðrum starvi fekk eg ta avbjóðing at coacha gentum á eini miðstøð fyri etingarólag og at coacha í fongslum. Serstakliga í sambandi við coaching av fangunum ivaðist eg nógv í, um tað veruliga kundi lata seg gera? Tey høvdu jú ikki beinleiðis valt, at eg skuldi coacha tey, og teirra sosiala bakgrund var fyri fleiri av teimum ógvuliga langt frá mínari.
Men aftur vístu fyritreytirnar, ið liggja til grund fyri coaching, sítt virði. Tí um eg hevði virðing fyri teirra áskoðan á lívið og møtti teimum har tey vóru við hjálp av coachingspurningum, lótu tey seg upp upp á ein heilt annan máta, enn eg hevði ímyndað mær. Sum vera man blivu tey ikki coachað uppá, hvussu tey kundu fáa teirra heimsfyritøku at geva enn størri úrslit, men heldur evni sum: ”Hvussu varðveiti eg motivatiónina til at ganga til AA-fundir?” Ella: ”Hvussu fái eg sambandið aftur við sonin hjá mær, ið eg ikki havi tosað við í 10 ár?”
Men í coachingverðini er mannagondin tann sama. Og evni fyri coaching er sekundert, meðan svar og úrslit hjá viðskiftafólkinum er primert. Av tí grund vísti coaching seg at virka rættiliga væl eins væl í fongslinum sum á miðstøðini fyri etingarólag.
Tí vil eg eggja til, at vit víðka fatanina av, hvat coaching er, og hvør ið kann brúka tað. Tað er ikki bara tey priviligeraðu! Tað eru øll, ið kunnu svara spurningum!
Høgur sum lágur, tjúkkur sum klænur, ungur sum gamal, anarkistur sum reglubundin. Lat okkum tí leggja mytuna um, at coaching er fyri elituna, vekk og síggja veruleikan í eyguni. Coaching er vælegnað til ótrúliga mong menniskju í mongum ymiskum samanhangum, tí tað er grundlagt á treytir, ið viðkomandi hevur við sær til eitt coachingforløb.
------------------------------
FAKTA um Sofia Manning:
Sofia Manning er fødd og uppvaksin í Danmark.
Hon er útbúgvin í USA og hevur havt meira enn 5.000 coachingtímar.
Hon hevur arbeitt saman við førandi internationalum fyritøkum innan fyri coaching. Sofia hevur í dag sína egnu fyritøku, heldur fyrilestrar, skeiðshaldari og persónligur coach hjá nógvum menniskjum. Harafturat er hon Lifecoach í brævkassanum hjá Alt for damerne.










