Oljuframleiðarar verða ikki tilskrivað útlát og dálking. Vit sum fiska heilsugóðan mat, verða tilskrivað útlát og dálking. Tey, sum konsumera okkara framleiðslu verða ikki tilskrivað útlát og dálking. Hetta má sigast vera ein sera einfaldur fordeilingslykil, sum nakað skuldi verið gjørt við. Hinvegin kann nakað gerast her og nú við at byggja orkusparandi, tí tað ber væl til at bygga skynsamt, havandi atlit til, hvar vit eru stadd á knøttinum. Men tað gera vit ikki sum er.
Sum er byggja vit alt ov orkubrúkandi. Hetta kemst fyri ein stóran part av, at tey íð sniðgeva bygningar, serliga almennar bygningar, halda, at vit eru best farin, um vit byggja eins og í heitari londunum, har bygningar ikki skulu hitast yvirhøvur.
Útlendsku bygningssniðini við stórum glasfasadum, høgum rúmum og stórum samanhangandi gólvvíddum eru orkuslúkarar, risa orkuslúkarar.
Kortini leggja bygningssniðgevararnir seg eftir at byggja óføroyskar aluminiums- og glasbygningar. Hví góðtaka vit hetta?
El-nýtslan til ljós er rasandi stór í almennu bygningunum, sum eru komnir seinastu árini. Hædd, vídd og serliga sniðgevingin hevur við sær stóra orkunýtslu. Við umhugsni og skynsemi og ikki minni við virðing fyri teimum, ið skulu gjalda, ber til at minka el-orkuna til ljós millum 30 og 50%.
Tað er ikki beint at skula hita og tendra ljós í eini høll, tá tørvur er á at hava ein minni 2½-tíma-fund eftir arbeiðstíð. Staðfest er, at nýggju bygningarnir við risastóru glasfasadunum eru meiri orkukrevjandi enn tilsvarandi bygningar frá 1930 árunum.
Ein glasveggur hevur eini fimm seks ferðir størri hitatap enn ein heilur vælbjálvaður útveggur.
Viðhvørt verða dýr tiltøk gjørd fyri at afturvinna hitan, sum longu er farin út gjøgnum glasfasadurnar. Altso, verður hildið fram út og upp eftir orkuspiralinum, og vit skulu bara vera glað fyri sparitiltøkini.
Hví ikki heldur byggja vælbjálvað og gera orkusparandi tiltøkini.
Byggja vit við orkusparing fyri eyga, kann saktans millum 50 til 70%.
Hví tað kom so vítt, er beinleiðis orsakað av, at vit ikki hava andaliga styrki at byggja egið byggisnið, og at lata vera við at byggja sum í heitari londunum.
Tá prosjekt, serliga almenn, verða mett og góðkend, so er tað sniðið, glasið, tað at imponera, ið kanska er tann avgerandi faktorurin. Og tað er her orkufrossið vinnur á skynseminum.
Nú er alt hetta við orku kanska 60% politiskur seráhugi. Men samstundis er orkupolitikur 80 % pengar og einfalt óneyðugt peningafross.
Kann nakað broytast, og skal nakað broytast ?
Tað mest áhugaverda er, hvat vit kunnu gera her og nú.
Jú, tað skal verða eitt sjálvsálagt fyrsta-krav, at allar almennar byggingar skulu gerast eftir einum orkusparandi setningi. Vit hava fyrr klára okkum uttan glasborgirnar, sum nú tyngja tær og mær um húsarhaldið, bæði fíggjarliga og umhvørvisliga.
Ein almennur byggiharri sum t.d. Landsverk má fáa álagt, ella hann leggur á seg sjálvan, at rakstrarlig orkusparandi atlit, bæði til vídd, ljós og hita skulu vera ein fortreyt fyri almennari bygging.
Roknast kann ikki við at embætisverkið sjálvt ger nakað við henda vaksandi trupulleikan. Higartil hevur so gingið skeiva vegin sjálvprógvað.
Tí mugu politikarar taka sær av hesum konkreta endamálssetningin.









