Nýggjárshaldið í Vági verður umrøtt víða um og hevur sett bygdina á heimskortið. Her á in.fo hevur tað verið nevnt, og stóra sjónvarpsstøðin CNN hevur eisini umrøðu av tí nú 50 ára gamla haldinum í Vági.
Í eini myndarøð er tann 4. myndin ein mynd av nýggjárshaldinum í Vági, sum Reidar F. Joensen hevur tikið. Afturvið er ein frágreiðing um haldið.
Tað sigst, at hetta eisini hevur verið nevnt í eini sending hjá CNN, skrivar www.nyggjar.com