CNN: Harpa millum heimsins vakrastu

Harpan í Reykjavík verður roknað millum heimsins vakrastu konserthús

Harpa í Reykjavík, sum gøtumaðurin Ósbjørn Jacobsen var við til at tekna, verður mett sum eitt av heimsins vakrastu konserthúsum.

Í øllum førum hevur amerikanska sjónvarpsrásin CNN valt 5 tey vakrastu konserthúsini í heiminum, og eitt av teimum er stásiliga Harpan í íslendska høvuðsstaðnum.

Henning Larsen Arkitektar í Danmark teknaðu Harpu, og í hesum arbeiði hevði Ósbjørn Jacobsen ein høvuðsleiklut.

Umframt Harpuna verða eisini Guangzhou Opera húsið í Kina og Walt Disney konserthøllin í Los Angeles í USA roknað millum heimsins vakrastu konserthús.