-Hon er ikki ein fittur persónur, sigur Michael Jackson millum annað í einari loyniligari videoupptøku frá 2001. Frá august 2000 til apríl 2001 tosaði PoppKongurin fleiri enn 30 tímar av djúpt persónligum hugsanum og minnum við vin sín og ráðgeva, Shumley Boteah. Ráðgevin útgevur nú videoupptøkurnar í einari bók.
Í einum brotið sigur Jackson um Madonnu:
-Madonna setir treytirnar áðrenn vit fóru út. Hon segði: Eg fari ikki í Disneyland, okey ? Vit fara á eina matstovu. Og aftaná fara vit á eina strippbarr, sigur Jackson sambært CNN í videoupptøkunum.
Ein heks
Jackson vildi ikki við.
-Eg segði: Eg fari ikki á eina strippbarr. Um tað er soleiðis tað skal verða, so gloym tað bara. Aftaná skrivaði hon órein ting um meg í miðlunum, og eg skrivaði, at hon var ein ólekkur heks, hóast eg hevði verið fittur ímóti henni, greiðir Jackson frá.
Søgurnar eru komnar fram, eftir at Shumley Boteach hevur verið í einari víðagitnari sjónvarpsrøð við heitinum Larry King Live.










