Club 20: Frá limafelag til partafelag

Fyri hálvum øðrum ári síðani tóku Toni Dam og Petur Olsen yvir Club 20. Felagið varð stovnað sum limafelag í 1989 og rikið sum aðrir ølklubbar. Men raksturin av felagum gav stórt hall. Tí varð á aðalfundi 31. mars í fjør gjørt av at selja Club 20 til smápartafelagið »31. mars 1999«, sum Toni Dam og Petur Olsen eiga.

Tað er hetta felagið, sum nú hevur keypt Café Nátur.

Síðani tá hava teir báðir greitt størsta partin av skuldini og eru í løtuni í ferð við at nútímansgera hølini hjá Club 20 í Havnar Klubba.

Felagið er eisini í løtuni í samráðingum við Havnar Klubba um leigu av veitsluhøllini til nýggja náttklubban, Club 25:35.