Amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, sum er í Suðurkorea, ávaraði aftur í dag Norðurkorea ímóti at halda fram við tí, sum hon kallaði áganginum og hóttanunum ímóti grannalandinum.
Hon vissaði samstundis suðurkoreanska fólkið um, at USA stendur undir liðini á tí í hesum truplu tíðum, og at soleiðis verður tað eisini frameftir.
Norðurkorea segði í gjár, at tað kvettir alt samband við Suðurkorea, sum frammanundan hevði kunngjørt, at tað steðgaði øllum samhandli við grannalandið.
Suðurkorea hevur givið sínum flogførum boð um at halda seg uttan fyri norðurkoreanska loftrúmið fyri ikki at gera ilt verri.









