Amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, fer í næstum til Ísraels, Egyptalands og Vestara Áarbakka at tosa við leiðararnar har um tað, sum er hent í Gazageiranum teir seinastu dagarnar.
Í Ísrael skal hon tosa við Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra, og aftaná skal hon tosa við leiðararnar í Kairo og Ramallah.
Hillary Clinton er í løtuni á ferð í Landssynningsasia á ferð saman við Barack Obama, forseta (myndin).
Republikanski senatorurin John McCain hevur skotið upp, at Obama skal senda fyrrverandi forsetan Bill Clinton til Miðeysturs at royna semju har. Sambært senatorinum hevur Bill Clinton serlig evni, sum gera hann serliga væl egnaðan til semingsmann.