Amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, sigur, at tann pakistanska stjórnin ger, sum Taliban sigur Tað var undir einari hoyring í Kongressini, at Hillary Clinton kom við teirri heldur óvanligu skuldsetingini.
Hon segði seg stúra fyri avtaluni, sum tann pakistanska stjórnin hevur gjørt við Taliban, og sum loyvir víðgongdum kreftum at seta islamskar lógir í gildi í einum parti av landinum.
-Í mínum bugaheimi slakar tann pakistanska stjórnin so nógv, at Taliban stýrir ávísum viðurskiftum, segði uttanríkisráðharrin.
Hillary Clinton vísti á, at tær víðgongdu kreftirnar eru bara fáar tímar frá høvuðsstaðnum Islamabad, og hon eggjaði pakistanska fólkinum til at forða verandi gongd.