Clinton rætti semingsmaðurin

Barack Obama, forseti, eigur at senda fyrrverandi forsetan Bill Clinton til Miðeysturs at royna semju millum Ísrael og ta víðgongdu palestinsku rørsluna Hamas.

Tað heldur republikanski senatorurin John McCain, sum sjálvur stillaði upp ímóti Obama á forsetavalinum í 2008. Við sjónvarpið CBS sigur McCain, at Bill Clinton er ein persónur, sum hevur serliga góðan møguleika at fáa partarnar at semjast.

-Eg rokni við, at hansara serligu evni og hansara serliga ávirkan kunnu fáa partarnar at seta seg niður við borðið, sigur John McCain.

Fyrst í nítiárunum eydnaðist tað Bill Clinton at fáa eina friðartilgongd í lag í Miðeystri, og eitt úrslit var tann sonevndi Oslo-sáttmálin í 1993.