Fyrrverandi amerikanski forsetin fer til Bergen, áðrenn hann kemur til Føroya. Norsku fjølmiðlarnir siga í dag, at Bill Clinton kemur til Bergen tann 22. mai, har hann og fyrrverandi vápnaeftirlitsmaðurin Hans Blix skulu halda fyrilestur. Sambært norsku bløðunum verður tað ikki bíligt at lurta eftir teimum, tí atgongumerkini fara at kosta millum 1.990 og 2.990 norskar krónur.
Tann 23. mai, byrja tey sokallaðu ?Festspillene? í Bergen, og ætlanin er, at Blinn Clinton skal seta tey saman við norsku kongshjúnunum í ár.
Dagin eftir koma Bill Clinton og Hans Blix til Føroya eftir innbjóðing frá Vinnuúsinum.