Clinton ímóti Arnold

Demokratarnir í Kalifornia hava sett øll segl fyri at forða fyri, at Anrold Schwarzenegger skal vinna guvernørvalið.

Seinasta demokratiska stigið í royndunum at bjarga guvernørinum Gary Davis er fyrrverandi forsetin Bill Clinton.

Tann pallvandi Clinton, sum ber orð fyri at hava serlig evni at rúnarbinda sínar áhoyrarar, vendi sær serliga til minnilutabólkarnar í Kalifornia, júst sum hann plagdi at gera, tá hann sjálvur rak valstríð. Hann ávaraði kaliforniska fólkið ímóti republikanarunum og segði, at teir vilja einans hava vald.

Millum teirra, sum royna at gerast guvernørur í Kalifornia, er filmsleikarin Anrold Schwarzenegger. Tær seinastu meiningakanningarnar geva honum 25 prosent av atkvøðunum, og hann er sostatt á øðrum plássdi aftan fyri varaguvernørin, demokratin Cruz Bustamente.