Bilurin, sum Clinton varð koyrdi í, var ein sera væl útgjørdur XC90 við 4.4 litra V8 motori og 315 hk.
At amerikanski forsetin varð koyrdur í einum svenskum Volvo XC90 er eingin mótsøgn í, bæði tí at Volvo er millum heimsins tryggastu bilar, og tí at tá XC90 kom á marknaðin í 2002, var tað serliga við amerikanska marknaðinum fyri eyga, og har hevur hann verið ein stór succes. Vit kunnu í hesum sambandi nevna at dóttir Bill Clinton, Chelsea, og pávin, Benedict XVI, eisini koyra í Volvo XC90.
Endamálið við XC90 var eisini at gera ein tann mest spennandi og trygga bilin á marknaðinum. Bilurin er á tremur við nýggjum og framkomnum tekniskum loysnum.
XC90 er ein ektaður Volvo, tá tað kemur til aktiva og passiva trygd.
XC90 fæst við hesum bensinmotorum: 3,2 litra 6 syl. (238 hk) og 4,4 litra V8 (315 hk). Dieselmotorurin er ein 2,4 litra 5 syl. (185 hk).
Volvo er ikki ein standardvøra, men eru bilar ið verða útgjørdir eftir ynski kundans. Prísirnir á XC90 byrja við kr. 592.000 fyri persónbilin, men við allari tí eykaútgerð sum fæst til bilin, kann prísurin lættliga tátta í milliónini. Bíligasti vøruvognur (Van) kostar kr. 463.000.
Volvo XC90: prísir úr 592.000 (persónbilur) XC90 Van: prísir úr kr. 463.000