Av persónligum ávum fær hann ikki komið til Føroya á hesum sinni Tiltakið við Bill Clinton og Hans Blix í Norðurlandshúsinum er útsett
Tað boðar Vinnuhúsið frá í tíðindaskrivi beint nú.
Fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton, boðaði í gjár frá, at hann av persónlighum ávum ikki fær komið til Føroya 24. mai, men kemur seinni.
Nær hesin dagurin verður, er óvist í løtuni, men Føroya Arbeiðsgevarafelag væntar, at málið verður avgreitt í hesi vikuni.
Tey, ið hava keypt atgongumerki og møguliga ikki fáa komið í Norðurlandahúsið tann dagin, Clinton og Blix verða í Føroyum, kunnu sjálvsagt fáa peningin aftur við at venda sær til Vinnuhúsið, sigur Vinnuhúsið.