At fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton er væl umtóktur í Kosovo sæst á teimum mongu støðunum har, sum bera navn hansara. Í høvuðsstaðnum Pristina er ein gøta, sum hevur navn eftir Clinton, og har eru eisini fleiri handlar, sum hava navn eftir honum. Á vegginum á einum stórum íbúðarhúsum er eisini ein stórur málningur av fyrrverandi forsetanum.
Orsøkin til ta góða umdømið hjá fyrrverandi forsetanum er, at hjá teimum flestu albanunum í Kosovo er hann tann stóra hetjan. Hann gjørdi sítt til at tryggja frið í Kosovo, og nógvir kosovoalbanar halda, at hevði Clinton verið sitandi í Hvítu Húsunum, hevði Kosovo verið eitt sjálvsstøðugt land í dag.
Harafturímóti er George W. Bush ikki so avhildin í Kosovo. Sagt verður, at Bush slepti Kosovo upp á fjall, tá hann legði á Afghanistan, og at Afghanistan fekk somu lagnu, tá Bush gjørdi av at leypa á Irak.