Clinton gloppar dyrnar fyri enn eini roynd

Hevur enn hug at gerast forseti

Amerikanska forsetavalið í 2020 kann gerast ein endurtøka av valinum fyri tveimum árum síðan. Hillary Clinton, forsetavalevni hjá Demokratunum, ið fullkomiliga óvæntað tapti móti Donald Trump, forseta og valevni hjá Republikanarunum, gloppar nú dyrnar fyri at bjóða seg fram aftur um tvey ár.


Tað er í samrøðu við journalistin Kara Swisher, ið arbeiðir fyri miðilin Recode, at Hillary Clinton gloppar dyrnar fyri at stilla upp. Í samrøðuni svarar hon fyrst nei, tá hon verður spurd, um hon hevur hug at royna aftur í 2020, men tá journalisturin spyr, hví hon steðgaði á í svarinum, leggur hon afturat.


- Eg vil gjarna blíva forseti. Eg haldi, at tá vit hava, vónandi, ein Demokrat í Hvíta Húsunum í januar 2021, bíðar nógv arbeiði. Eg meini, at vit hava ørkymlað øll í verðini, harímillum okkum sjálvi. Vit hava ørkymlað okkara vinir og okkara fíggindar. Tey vita als ikki hvat USA stendur fyri, hvat vit væntandi gera og hvat vit meta er týdningarmikið. So arbeiðið er eitt arbeiði, ið eg meti meg vera sera klára til, tí eg havi sitið í Senatinum í átta ár og verið diplomatur í Uttanríkisráðnum. Men tað verður eitt tungt arbeiði, svarar Hillary Clinton.


Samrøðan kemur í kjalarvørrinum av, at amerikanskar miðlar í seinastu hava spekulera í, um Hillary Clinton verður millum teir demokratar, ið bjóða seg fram til mótvalevni móti sitandi forseta.