Tema Foredrag AS væntaði, at tað fór at bera til at fylla ta stóru Grieg-høllina, tá Bill Clinton skuldi halda fyrilestur har tann 22. mai, og at fólk vóru til reiðar at gjalda ímillum 1.990 og 2.990 norskar krónur fyri at sleppa inn.
Men fyrst í mai vóru bara 700 atgongumerki seld. Tað eydnaðist fyrireikarunum at fáa fleiri fyritøkur at keypa atgongumerki til síni starvsfólk, men tó við munandi avslátti, og tey seinastu atgongumerkini fóru heilt einfalt fyri einki, skrivar Bergens Tidende. Úrslitið er, at fyrireikararnir nú sita eftir við einari stórari rokning, skrivar blaðið.
Bill Clinton var eisini í Oslo, og Top Event, sum skipaði fyri tiltakinum har, fekk heldur ikki tað nógva burturúr. Felagið sigur við Bergens Tidende, at vitjanin er ikki uppgjørd enn, men at úrslitið verður hall.