Clinton aftur í Hvítu Húsunum

Tá ið Barack Obama rýmdi av tíðindafundi í Hvítu húsunum fríggjadagin, tí hann skuldi í jólaveitslu, tók Bill Clinton yvir og svaraði spurnignum frá fjølmiðlafólki. Bill Clinton var í stórformi, tá ið hann var aftur í Hvítu Húsunum fríggjadagin. Clinton, sum hevur sitið tey átta árini, sum ein amerikanskur forseti í mesta lagi kann sita, var á vitjan hjá Barack Obama, forseta, og teir høvdu eftir øllum at døma avtalað okkurt jólaspæl.

- Eg verði noyddur at fara. Michelle hevur bíðað nóg leingi, vit skulu í jólaveitslu, segði Barack Obama.

Hetta var á einum tíðindafundi, har eisini Bill Cinton var við. Og Obama var ikki meira enn rýmdur av talarastólinum, tá ið Clinton tók yvir, og so var gamla Clinton-showið aftur á skránni.

- Tað var júst sum í gomlum døgum, segði ein garvaður journalistur eftir tíðindafundin.

Bill Clinton svaraði einum spurningi fyri og øðrum eftir, og hann førdi seg fram, júst sum hann plagdi at gera sum forseti.

Clinton vardi avgerðina hjá Obama at lata skattalættarnar hjá George W. Bush halda fram, so at republikarnarnir vildu atkvøða fyri at halda fram við arbeiðsloysistuðli.

Eftir tíðindafundin, sum Clinton gav sær góðar stundir til, hildu fjølmiðlafólkini, at Clinton einki hevði havt imóti at verið forseti í fýra ár afturat.