Kim Clijsters er nú nummar tvey á heimsstyrkilistanum hjá kvinnum í tennis. Tað stendur greitt, eftir at belgiska tennisstjørnan vann Australiaqn Open finaluna á kinesisku Li Na.
Hetta er fyrstu ferð, at Kim Clijsters vinnur Australian Opan og kanska eisini seinastu ferð, tí hon hevur boðað frá, at hetta er seinasta Grand Slam kappingin, hon luttekur í.
Li Na byrjaði annars væl og vann fyrsta settið 6-3, men so kom Clijsters sterkt aftur og vann tey bæði næstu settini við somu tølum.
Kim Clijsters hevur verið burturi frá tennis í eina tíð, meðan hon var upp á vegin og føddi. Nú er líkt til, at hon fer at gevast heilt við tennis.










