Clijsters aftur á toppinum

Belgiska Kim Clijsters gavst fyri nøkrum árum síðani við tennis, tá hon heldur vildi savna seg um leiklutin sum mamma. Men nú er hon aftur, og eingin ivi er um, at hon ætlar sær heilt upp á tindarnar aftur. Sunnukvøldið vann hon seg fram til 1/4-finaluna í US Open, eftir at hon vann 6-0, 0-6, 6-4 á Venus Williams. Í fjórðingsfinaluni skal óseedaða Clijsters spæla móti Na Lið, sum er styrkismett sum nummar 18.