Nú er ein av heimsins kendastu poppsangarum staddur í Føroyum. Nakað eftir kl. 15.00 í dag lendi Cliff Richard í privatflogfari, einum Cessna 525, á flogvøllinum í Vágum.
Cliff Richard, sum hevur hildið feriu í Karibia, fleyg úr Glasgow til Føroya. Við honum var persónligi umboðsmaðurin. Tónleikarar, tøkningar og hjálparfólk hjá Cliff Richard koma eisini til Føroya í dag.
Cliff Richard fer at taka sær av løttum í Føroyum í dag, og í morgin skal hann fyrireika seg til stóru konsertina á Summar Festivalinum.
- Eg gleði meg sera nógv til at hava konsert í Føroyum, sigur Cliff Richard í heilsan til føroyingar.
Cliff Richard spælir á Summar Festivalinum hóskvøldið kl. 22:00.