Cliff Richard kemur til Føroyar

Høvuðsnavnið á Summarfestivalinum á verður Cliff Richard, sum í næstan 60 ár hevur verið poppstjørna, sum hevur givið út næstan 100 útgávur, og sum hevur met í hitlistasangum í Onglandi.

 

Síðani gjøgnumbrotið í 1958 hevur Cliff Richard uttan íhald sungið og framført tónleik, sum fólk um allan heimin kenna og hava tikið til sín. Hann er ein av upprunaligu poppstjørnunum í tónleikasøguni, og hóast hann nú er blivin 75 ára gamal, er hann í stórformi og spælir konsertir við lív og sál.

 

Cliff Richard fer at spæla hóskvøldið á Summarfestivalinum sum verður frá 4. til 6. august.