Amerikanski sjónleikarin úr Indiana doyði páskadag í býnum Clinton í heimstati sínum. Familjan heldur deyðsorsøkina loyniliga, upplýsir umboðsmaðurin hjá Kerchevals.
Ken Kercheval spældi við í 342 pørtum av teimum 356, sum vóru í røðini, sum varð send í 14 skeiðum.
Hann spældi eisini við í endurskapanini av røðini, sum varð send frá 2012 til 2014.
Amerikanarin skuldi sambært filmsmiðlinum iMDb upprunaliga hava spælt Ray Krebbs í »Dallas«.
##med2##
Í 2012 segði hann í eini samrøðu við Dallas Decoder – ein heimasíða fyri stuðlar hjá »Dallas« – hvussu góður hann var við sín leiklut.
– Cliff var ein fínur fýrur, men við støðugu ringu viðferðini hann fekk frá sváginum, J. R., var hann noyddur at verja seg sjálvan.
– Um eg gjørdi nakað, sum ikki var heilt rætt, so var tað tí, at eg var noyddur til tað, sigur Kenn Kercheal um leiklut sín Cliff Barnes.
Ken Kercheval vaks upp í Wolcotville, Indiana, við einum pápa, sum var lækni og eini mammu, sum var sjúkrasystir.
##med3##
Umframt »Dallas« var Ken Kercheval við í »Pretty Poison« (1968), »The Seven-Ups« (1973) og »Network« frá 1976.
Síðsti leiklutur var í »Surviving in L. A.« í 2019.
Í 1994 segði Kercheval, at hann hevði verið í viðgerð fyri lungnakrabba.
Eftir Ken Kercheval sita trý børn, Caleb, Liza og Madison.
/ritzau/













