ÚTGÀVA
Ein av fremstu bólkunum í Føroyum, Clickhaze, kemur fríggjadagin við einari fløgu. Síðani sigurin í Norðurlandahúsinum hevur bólkurin havt vind í seglini, og higartil hevur talan verið um eina longri røð av framførslu uttanlands. Talan hevur verið um festivalar í Danmørk og fyri stuttum vitjaði bólkurin í senska høvuðsstaðnum, Stokhólmi, har bólkurin eisini varð nógv fagnaður. Seinni í summar skal bólkurin spæla á Roskilde Festivalinum, sum er størsti festivalurin av sínum slag í Evropa.
Bólkurin er nú klárur við einari fløgu, sum verður at finna á hillunum fríggjadagin. Fløgan rúmar seks løg, og talan er um eina sokallaða EP. Trý av løgunum eru frá Prix Føroyar finaluni. Hini trý eru upptikin í Lundgaard Studio, sum var partur av vinninginum hjá bólkinum fyri sigurin á Prix Føroyum. Fýra sangir eru við enskum teksti. Ein sangur verður sungin á gøtudonskum og ein verður sungin á føroyskum.
Óli Poulsen hevur saman við Finni Hansen ljóðblandað og produserað fløguna.
Lesið meira um fløguna og bólkin seinni í vikuni.










