Fríggjakvøldið 1. juni verður mentanarnátt í Havn. Hetta er tiltak, sum kunningarstovan í Havn samskipar, og á skránni er m. a. ein útikonsert við Prix Føroyar vinnaranum Clickhaze. Tað er Plátufelagið Tutl, sum skipar fyri hesi konsert, sum verður á Vaglinum í gamla kommunuskúlagarðinum í Havn fríggjakvøldið kl. 23.00.
Sigast kann, at bólkurin Clickhaze »klikkaði seymin beint á heysin«, tá hann í eini sera spennandi og javnari Prix Føroyar kapping í Norðurlandahúsinum gjørdist nummar eitt, og vunnu eina ferð í upptøkuhøli og luttøku á Nibe Festivalinum í Danmark.
Bæði áhoyrarar og dómarar vóru rættuliga samdir um, at Clickhaze hevði eina egna framførslu á høgum støði. Við Eivør Pálsdóttir og Petur Jensen á odda er altíð spennandi bæði at hoyra, men eisini at síggja Clickhaze á palli. Og hetta høvi fáa vit, sum sagt, longu nú fríggjakvøldið.
Tey sum manna Clickhaze eru: Jón Tyril (guitar), Bogi á Lakjuni (guitar), Jens L. Thomsen (bass), Høgni Lisberg (trummur), Mikael Blak (keyboard), Bjarti S. Hansen (ljóð), Petur P. Jensen (sang) og Eivør Pálsdóttir (sang).