Clickhaze og Krit ríða enn á bylgjuni

Farirwaves, føroyska bylgjan í Íslandi, er komin í helvt og á fyri framman eru fleiri konsertir. Møguliga er hetta eitt stig longur út í heim

 
Mikudagin og hósdagin hava fleiri konsertir verið á skránni hjá Clickhaze og Krit. Fríggjadagin 25. oktober spæla Clickhaze beinleiðis á landsumfatandi útvarpsrásini Rás 2, www.ruv.is. Hetta er klokkan 15 íslendska tíð. Á kvøldi leikar Krit á konsert í Hitt Húsinum saman við íslendskum bólkum.
                             Tann 26. oktober spæla Clickhaze og Krit í Austurbæjarbio í Reykjavík. Rás 2 tekur upp og sjónvarpið verður eisini til staðar.
                             Síðani 16. oktober hevur føroyska byljgan, tiltakið Fairwaves, verið í gongd og fleiri føroyskir tónleikarar hava gjørt vart við seg. Tað er gerandiskostur at síggja føroyingar í sjónvarpi og hoyra teir í útvarpi. Og neyvan fer dagur framvið, at ikki okkurt stendur í íslendsku bløðunum.
                             Jens Guð, sum er við til at fyrireika Fairwaves, sigur, at herfyri gjørdi CNN innslag um, hvussu væl tað gongur hjá íslendskum tónleiki á altjóða marknaðinum. Nevnast kunnu nøvn sum Bjørk, Mezzoforte, Sigur Rós og fleiri onnur. Jens Guð sigur, at ætlanin við Fairwaves er greið, nevniliga at gera føroyskan tónleik kendan í Íslandi fyrst, fyri síðani at taka hann víðari í hølunum á íslendskum tónleiki út í heim.
                             Hann ivast ikki í, at føroyskur tónleikur megnar hetta, tí støðið er hækkað seinnu árini, og serliga eru tað Clickhaze og Týr, sum hann metir hava møguleika, tí teir byggja nútímans tónleik á siðbundnan tónleik. Felags fyri fleiri av stóru íslendsku nøvnunum er, at tey spæla ikki mainstream tónleik, men eru serstøk.