Klaksvik:
Clickhaze fer at hava konsert í Atlantis í Klaksvík sunnukvøldið klokkan átta. Konsertin verður fyriskipað í samstarvi við tónleikafelagið Sjey 00 í Klaksvík.
Bólkurin gevur út fløgu fríggjadagin, og verða løg av fløguni á skránni á konsertini.
Gulli Johansen, formaður í Sjey 00, sigur, at væntast kann, at atgongurmerkini til konsertina sunnukvøldið fara at ganga sum heitt breyð. Tí Atlantis tekur bert 109 fólk, og tað er ikki nógv. So tí ræður um at verða skjótur, um ein vil ogna sær eitt atgongumerki til konsertina, sum væntandi fer at vara í umleið ein tíma.
Gulli sigur, at hóast ikki nógv fólk vóru til útikonsertina fríggjakvøldið á Norðoyastevnu, so hava tey ikki mist mótið fyri tað.
- Enn hava vit ikki nakað ítøkiligt á skránni, men vit ætla at skipa fyri nøkrum konsertum aftur at, men vit eru ikki komin so langt við teimum ætlanunum enn, so tað ber ikki til at siga nakað um, hvat tað fer at verða, sigur Gulli.
Clickhaze verður eisini við á Eystanstevnukonsertini, sum verður fríggjakvøldið, men tá eru eisini aðrir bólkar við. Í Klaksvík verður tað bert Clickhaze, sum verður á pallinum.










