Cleverley skiftir til Villa

Manchester United váttar á heimasíðu sínari, at Aston Villa hevur gjørt leiguavtalu við Tom Cleverley

Manchester United skrivar í kvøld á heimasíðu sínari, at felagið hevur útleigað miðvallaran Tom Cleverley til Aston Villa.

 

Orsøkin til at tað er eydnast Tom Cleverley at skifta so seint, er tí at Manchester United og Aston Villa í gjárkvøldið gjørdu avtalu um miðvallaran.

 

Tom Cleverley hevur leikt 79 dystir fyri besta liðið hjá Manchester United, umframt 13 dystir á enska landsliðnum.

 

Afturat Manchester United, so hevur Tom Cleverley eisini umboðað Leicester City, Watford og Wigan Athletic.