Higartil hevur tað gingið væl hjá ÍF. Albert Ellefsen og hansara menn hava fulla úrtøku eftir tvey tey fyrstu umførini í landskappingini, og tað er merkisvert, tí sigrarnir á AB og EB/Streymi eru vunnir, meðan toppskjúttin í fjør, Clayton Soares, hevur sitið og hugt at.
Clayton hevur ikki spælt við, tí loyvini ikki hava verið í lagi. Nú eru tey komin upp á pláss.
ÍF boðar nú frá, at arbeiðsloyvið hjá ársins spælara í 2012 nú er í lagi, og hann verður sostatt tøkur, tá ið ÍF skírisdag klokkan 14.00 fær vitjan av 07 Vestur.