Tað líktist mest av øllum stigabýti, tá teir báðir nýggjastu luttakararnar í Formuladeildini brustu saman frammi í Dalinum á Sandoy í gjár. Í meiri enn hálvanannan tíma stóð tað málleyst á jøvnum. Hetta hóast argjamenn vóru ein maður færri í nærum ein tíma. Jón Nielsen sá reytt, tá góður hálvur tími var spældur. Inntil tá hevði AB verið rættiliga væl við, fyri ikki at siga omaná til tíðir. Men við einum manni færri og sløkum tíma eftir at spæla, legði AB taktikkin um. Álopsfótbólturin, sum hevði merkt dystin inn til tá, mátti lúta fyri verjukendum spæli, har fremsta uppgávan var at varðveita eina stigi, sum teir høvdu frá dystarbyrjan. Og tað var eisini um at hepnast hjá AB, men væl inni í sjálvari yvirtíðini fekk Clayton Soares høvdið á ein bólt eftir trunkaspæl tætt inni undir málinum. Bólturin endaði í netinum, trý stig og næsti heimasigurin hjá B71 á rað var veruleiki.
Magnus tók alt
Eftir at AB hevði verið oman á fyrsta korterið ella so uttan at fáa nakað burtur úr, gjørdu sandoyingar bart og høvdu tríggjar stórar møguleikar á rað, men Magnus Poulsen var AB ein góður maður. Fyrst tók hann frálíkt langskot frá Símin Hansen, og síðani vardi hann fyri skallara, tá Fabio Viera royndi seg eftir hornaspark. Løtu seinni var ein annar brasilumaður framvið, tá Flavio varð spældur púra leysur, men Magnus Poulsen fekk fótin á skotroynd hansara.
Hesa løtuna sá út til, at dysturin frammi í Dalinum fór at blíva ein fín fótbóltsuppliving, men tá Jón Nielsen varð vístur av vøllinum fylgdi frálíka fótbóltsspæli við honum út, soleiðis at restin av dystinum var rættiliga lítið áhugaverdur, fyri nú at siga sum er.
Trýst uttan úrslit
Reyða kortið fekk vágamaðurin á Argjum fyri hevnisøku. Tá restaðu slakir tíggju minuttir til steðgin, og hesa løtuna brúkti B71 til at fáa fullkomið tamarhald á, fyri síðani at hava bóltin í egnari varðveitslu seinastu trý korterini.
Men hóast eitt javnt og støðugt trýst á AB, so eydnaðist tað ongantíð B71 fáa glið á spælið. Sera fáir málmøguleikar vóru, og hetta komst av, at tað ongantíð eydnaðist sandoyingum at spæla seg í gjøgnum kompaktu verjuna, har serliga Morten Overgaard og Bernhard Petersen royndust sera væl.
Gudmund loysti upp
Flytingarvindeyga lat upp í farnu vikuni. AB hevur brúkt hetta til at knýta Allan Møkøre og Vagn Mohr Mortensen at liðnum. Hesir megnaðu tó ikki at gera vart við seg á sama hátt, sum innskifti Gudmund Nielsen gjørdi tað. Ungi sandoyingurin hevur í ár spælt við NÍF í 3. deild, men brúkti farnu viku til at flyta spæliloyvið aftur til barndómsfelagið. Kvikur og sterkur sum hann er, tóktist hann ikki at hava nakrar trupulleikar við at umstilla seg til Formulafótbólt. Tvørturímóti var hann maðurin, sum megnaði at hótta tøttu og tryggu verjuna, og var hann ein fragd at eygleiða hesar góðu tíggju minuttirnar, hann var inni.
Men heldur ikki við Gudmundi eydnaðist at fáa hol á, so tá farið var út í triðja minuttin av yvirtíðini, sum Eiler Rasmussen hevði lagt aftrat, høvdu øll sett seg til sættis við, at dysturin endaði málleysur.
Tá var tað, at ein bóltur var sparkaður inn í brotsteigin hjá AB. Eftir trunkaspæl av besta slag, fekk Clayton Soares at enda pannuna á bóltin, sum endaði í netinum.
Vanta bert tvey stig
Málið merkir trý stig aftrat til B71, og teir hava nú fingið tilsamans 18 av slagnum. Hetta er bert tvey stig færri enn VB/Sumba í fjør. Felagsliðið úr Suðuroynni endaði frammanfyri B68 við 18 stigum og ÍF við 16. Og skal metast út frá hesum, so skuldi ein sigur aftrat í teimum 13 umførunum, sum eftir eru, verið nóg mikið til at tryggja teimum sæti í bestu deildini.
Skal metast út frá sama mátistokki, skulu argjamenn hava tíggju stig aftrat, um teir skulu lívbjarga sær í Formuladeildini. Tað er tó eingin vissa fyri, at hetta er nóg mikið, so eitt mál teirra kundi verið, at teir í miðal skulu hava eitt stig burtur úr teimum dystunum, sum eftir eru.