Clayton var aftur avgerandi

1. DEILD: 42 ára gamli toppskjúttin skoraði bæði málini, tá ið B71 sigraði í Hólmanum á Eiði

Tað er av álvara gloppið hjá B71, sum í dag fór av vøllinum triðju ferð á rað við fullari úrtøku.

Í dag var tað í Hólmanum á Eiði.

Hálvleiksstøðan var málleysur javnleikur.

Hans Pauli Samuelsen, sum mikukvøldið gjørdi ein vørr á besta liðnum í eitt korter, var í dag millum teir fyrstu ellivu hjá EB/Streymi, og hann hevði tíðliga í fyrra hálvleiki góðan møguleika at skora, men tað eydnaðist ikki.

Stóri maðurin hjá sandoyingum var aftur í dag 42 ára gamli Clayton Soares. Hann skoraði bæði málini í seinna hálvleiki. B71 hevur spælt sjey dystir, og Clayton hevur skorað níggju av teimum 15 málunum, sum sandoyingar hava vunnið.

Tíggju minuttir eftir steðgin setti Clayton hol á eftir sending frá Gunnari Lydersen, og sjey minuttir undan leikloki staðfesti Clayton 2-0 sigurin, sum ber við sær, at B71 hevur 12 stig. EB/Streymur hevur sjey stig.

Um eina viku fær B71 vitjan av HB, og EB/Streymur skal til Suðuroyar at spæla ímóti FC Suðuroy.