Clayton til Fuglafjarðar

Clayton Soares hevur verið sannur málrevur í føroysku kappingini síðani 2002, og komandi kappingarár skulu tey í ÍF njóta gott av brasilska máltevinum

Hann segði undan kappingarbyrjan í ár, at hann ætlaði at skjóta 15 mál í hesum kappingarárinum, hóast hann og liðfelagararnir vænt­andi fóru at eiga virknan lut í botn­stríð­num.
Hann rakk sínum máli. Hann skeyt 15 mál í 2011, men 07 Vestur flutti kortini niður í næstbestu deildina.
Nú hevur 32 ára gamli Clayton Soares skrivað undir sáttmála við ÍF, galdandi fyri kappingarárið 2012. Fuglfirðingar høvdu ongan málslúk á liðnum í ár, men tann knútin fer Soares væntandi at loysa, skrivar ÍF á sínari heimasíðu.
– Hetta verður vónandi ikki ein trupulleiki komandi kappingarár, skrivar if.fo.
Brasilski Clayton Soares kom til Føroya á fyrsta sinni í 2002. Tá spældi hann við FS Vágum. Í 2004 skifti hann til B71, har hann spældi fimm kappingarár. Síðsta vetur kom framherjin aftur til Føroya, og hann hevur umboðað 07 Vestur síðstu mánaðirnar.
Hann hevur spælt 95 dystir í bestu føroysku fótbóltsdeildini og skotið 39 mál í alt. Í næstbestu deild­ini hevur hann skotið 91 mál í 92 dyst­um. Og nú ætlar málrevurin, sum verður 33 ár tann 24. november, at skjóta mál fyri ÍF.