Fótbóltur
Átta tap á rað. Tað er status hjá VB/Sumba, nú fyrsti triðingurin av landskappingini er lagdur aftur um bak. Ikki síðani heimasigurin á AB í fyrsta umfarinum av Formula-kappingini hevur suðuroyarliðið vunnið sær stig, og greiða tapið fyri B71 negldi í so máta enn ein seym í kistuna.
Uttan leikbannaðu Birgir Jørgensen, Martin Tausen og Biorna Kærbech var tað kortini eitt væl tendrað VB/Sumba, sum fór á vøllin. Fyrstu longu løtuna høvdu teir eitt tak á B71, og tað var eisini í tráð við leikbýtið, at Hallur Dam Joensen legði vertirnar á odda eftir hálvum tíma.
VB/Sumba hevði eisini møguleikar at økja um leiðsluna, men beint fyri steðgin fingu teir sum vátan vøtt. Clayton Soares skuldi vísa seg at verða stóri maðurin hendan dagin, og hann átti eisini sín leiklut, tá hanns pældi Jóhannes Jensen púrasta blankan, so hesin kundi javna.
Misnýttu brotsspark
Mangt kundi helst sæð øðrvísi út, hevði VB/Sumba gagnnýtt møguleikan, sum teir fingu tíðliga í seinna hálvleiki. Brotsspark varð dømt, og Acu Pandurovic varð settur at skjóta. Tað eydnaðist tó Símun Rógva Hansen at verja fyri, og meira ella minni tóktist hetta taka luftina úr vertunum.
Og so syrgdi Clayton Soares annars fyri restini. Hann skoraði til 2-1, tá Wellington legði bóltin innfyri. 3-1 gjørdist tað, tá Clayton langaði til bólt, sum Símin Hansen hevði lagt útfrá. Og tá VB/Sumba seinastu løtuna spenti bogan, kundi Clayton hegnisliga enda kontra-álop við at lyfta upp um Vlada Filipovic í málinum. Beint undan hesum varð Fabio Vieira rikin av vølli eftir tvey gul kort, men hetta fekk altso onga ávirkan á úrslitið av dystinum sum so.
Negldir í botnin
Við bara trimum stigum eftir fyrsta triðingin av kappingini, tykist støðan hjá VB/Sumba rættiliga vónleys. Sjálvandi er matematiski møguleikin væl og virðiliga til staðar, men við sjey stigum upp til áttanda plássið er uppgávan alt annað enn løtt.
Hjá B71 stendur hinvegin munandi betri til. Liðið hevur nú 11 stig, og tó at kappingin enn ikki er avgjørd, so tykist ein møgulig niðurflytingarhóttan í løtuni rættiliga fjarð.