Leikaraskifti
Hetta staðfestir heimasíðan hjá B71, www.b71-sandoy.com.
Clayton kom til landið undan kappingarárinum í fjør, tá hann serliga í fyrru hálvu var við til at skjóta FS Vágar upp á uppflytingarsessin, sum teir eisini hildu fast um alt kappingarárið. Seinnu hálvu tað árið var hann tó fyri tað nógva skaddur, men avrikið fram til hetta var tó somikið gott, at tey í Vágum ikki ivaðust í at halda fast um leikligu dygdir hansara, tá farast skuldi undir kappingarárið 2003.
Eisini her megnaði hann at gera nakað um seg, og við sjey málum var hann besti málskjúttin hjá FS Vágum, men hóast hetta, so endaði árið sum kunnugt við niðurflyting.
?Komandi árið verður tað so í B71, at Clayton skal skjóta málini, og einki er at ivast í, at sandoyingar eru fegnir um styrkin. Ikki minst tí júst málskjótingin mundi vera størsti trupulleikin hjá liðnum í fjør.