Clayton søkti sínar gomlu

Einki er at siga til, um tey í Vágum nú iðra seg eitt lítið sindur um, at Clayton Soares í vetur skifti felag úr FSV til B71. Í øllum førum var Clayton høvuðsmaðurin, tá FS Vágar fyri fyrstu ferð í ár mátti stigaleyst av vøllinum.
Hetta hendi, tá B71 var á vitjan, men fyrstu løtuna var ikki so nógv, sum bendi á, at hetta skuldi geva heimaliðnum stórvegis trupulleikar.
Sonny Johansen og Jákup Joensen góvu nevnliga heimaliðnum greiða leiðslu í fyrra hálvleiki, men spenningurin kom tó í aftur, tá Clayton skoraði sítt fyrsta mál á degnum.
Eftir steðgin javnaði Eli Hentze við brotssparki, áðrenn Clayton aftur slapp at seta dagsskránna, og við sínum fjórða máli í trimum dystum sendi hann øll stigini til Sands.
Og so munnu teir hjá FSV annars iðra seg um, at teir ikki megnaðu at gera sær dælt av málmøguleikunum. Fleiri vóru av slagnum, og móti dystarenda var talan enntá um brotsspark, men í Waldemar Nowicki hevur B71 ein av landsins bestu málverjum, og hóast árini eru vorðin nøkur í tali, so eru kynstrini enn tey somu.

1-0: Sonny Johansen
2-0: Jákup Joensen
2-1: Clayton Soares
2-2: Eli Hentze, br
2-3: Clayton Soares