Clayton gjørdi av við vónleysa FC Suðuroy

Tað stendur við og versnar hjá FC Suðuroy, sum sunnudagin bleiv fullkomiliga úrlatið á heimavølli, har ÍF vann 6-0 og kundi vunnið enn greiðari

Undan dystinum var uppgávan hjá FC Suðuroy greið. Tað stundar av álvara til hjá teimum at fáa nøkur stig, um teir skulu nakra vón um at sleppa burtur úr botninum áðrenn ov seint er. Teir høvdu framvegis sín fyrsta sigur til góðar, meðan ÍF hinvegin sá hetta sum ein gyltan møguleika at aftur koma á rætt kjøl, eftir at teir hava verið nakað trilv­andi eftir eina flúgvandi byrjan.

Stórur munur
Tað var stórur munur á tí sálarliga partinum hjá liðunum báðum undan dystinum. FC Suðuroy hevur enn ikki vunnið í Effodeildini, með­an ÍF møtti til dystin við ein­um frálíkum 4-1-stórsigri á HB frá sein­asta vikuskifti.
Tað sást eisini frá dystarbyrjan, at teir í FC Suðuroy ikki trúgva upp á tað. ÍF legði eitt trýst langt frammi á vøllinum alt fyri eitt, og longu eftir 10 minuttum gav hetta úrslit. Tað var eftir eitt hornasparksinnlegg, at Bartal Eliasen var um at stúta bóltin í málið, men Høgni Madsen var kvikur á returinum og legði ÍF á odda 1-0.
Taktikkurin FC Suðuroy við at spæla langar sendingar passaði ÍF væl. Teir stóðu stinnir í verjuni og sluppu at spæla sítt egna spæl – og tá er tað vandamikið. Tá ið farið var um ein hálvan tíma økti Clayton Nascimento til 2-0, hesaferð eisini eftir hornaspark.
2-0 til ÍF var eisini hálv­leiks­støðan.

ÍF helt á
Tey, sum hildu, at ÍF nú fór at binda um heilan fingur og verja leiðsluna, fóru skeiv. Eftir at í løtum hava lagt trýst á ÍF í fyrra hálvleiki burdi FC Suðuroy at havt trúnna upp á, at tað kanska bar til, men leiktir vóru bara tríggir minuttir av seinna hálv­leiki, tá ið Clayton Nascimento aftur var á blettinum. Hann gjørdi tað til 3-0 og smildraði vónina hjá vág­bingum.
Vónloysið var eyðsæð hjá FC Suðuroy restina av dystinum. Um miðjan seinna hálvleik fullførdi ein glóðheitur Clayton Nascimento sítt hattrikk, tá ið hann gjørdi tað til 4-0. Seinastu minuttirnar vildi Simon Skibsted eisini spæla við og skeyt tvey mál, soleiðis at ÍF vann heili 6-0 á Eiðinum í Vági.
Tvey stig og somuleiðis bara tvey stig í níggju dystum er greið tala hjá FC Suðuroy, sum – hóast góðar taktir í steypakappingini – nú má finna onnur amboð, um teir ikki skulu gera sær fyri skommum. ÍF hevur hinvegin av álvara fingið spælið á glið aftur, og við tveimum sigrum á rað, har teir hava skotið 10 mál, eru teir aftur við at finna tað stevið, ið hjálpti teimum til at fáa eina frálíka kappingarársbyrjan.