Clayton framvegis uttanfyri

Fuglfirðingar fyrireika seg til seinnapartin at fara til Streymnesar. Talan verður um uppgerð millum meistararnar í EB/Streymi og silvurvinnararnar í Fugafirði. Hann hevur øtlað veðrið í morgun, men úr Sundalagnum verður sagt, at ættin er góð, og um forsøgnin, sum er 7-11 metrar um sekundið, fer at halda, so verður ikki trupulleiki at spæla.

 

Tá ið ÍF fyri viku síðani vann 2-1 á heimavølli ímóti AB, var Clayton Soares ikki við. Hann verður heldur ikki við í dag, tí arbeiðsloyvið er ikki komið upp á pláss. Bartal Eliasen er upptikin av finalu í flogbóltskappingini.

 

Meistararnir í EB/Streymi flongdu síðsta vikuskifti uppflytararnar í 07 Vestur. Hesa ferð kann roknast við, at mótstøðan verður væl størri. Allir spælararnir eru tøkir uttan Rógvi Egilstoft Nielsen. Hann er farin at venja saman við hinum í EB/Streymi, men hann verður ikki á listanum í dag.

 

Felags fyri bæði feløgini er, at tey júst hava skipað nevndirnar av nýggjum. Í EB/Streymi hevur nevndin skipað seg við Sigvald Zachariasen sum formanni, Magnus á Stongum sum næstformanni, Dan Olsen sum kassameistara, Signar í Homrum sum skrivara og Tummas Pauli Hansen we fimti nevndarlimurin.

 

ÍF nevndin hevur skipað seg við Magnusi Jørmundsson sum formanni, Hilmar Dahl Jacobsen er næsformaður, Eyðun Laksafoss skrivari, Kjartan Madsen peningarøkil og Kristian Páll N. Olsen er fimti nevnarlimurin.

 

EB/Streymur-ÍF: Petur Reinert. Í dag klokkan 16.00.