Claus Bech Jørgensen hevur leikt í enskum fótbólti síðani 1999. Hann hevur havt eitt gott kappingarár við Blackpool, sum hann hevur sáttmála við. Sáttmálaskeiðið verður liðugt í summar, men Claus Bech Jørgensen vónar at kunna leingja sáttmálan við Blackpool.
-Eg vil heilt víst halda fram her í Blackpool. Ein kennir seg sum ein veruligan part av heildini. Vinarlagið og stemningurin í felagnum er framúr, og tað er ikki altíð, at grasið er grønari hinumegin.
Hetta sigur Claus Bech Jørgensen við lokala blaðið The Blackpool Gazette. Blaðið heldur, at Claus Bech Jørgensen spælir betri enn nakrantíð áður, og at venjarin Simon Grayson eigur avgjørt at skriva undir nýggjan sáttmála við Claus.