Claus var ikki við

Føroyski landsliðsspælarin Claus Bech Jørgensen var ikki við á liðnum hjá Coventry, sum spældi landskappingardyst ímóti Southampton leygardagin. Tvey mál komu í dystinum, og tey komu bæði seinastu løtuna. Fyrst var tað Southampton, sum legði seg á odda, men tveir minuttir fyri leiklut fekk Coventry brotsspark, og tað skoraðu teir uppá.