Claus vann í Southampton

Claus Bech Jørgensen spældi við allar 90 minuttirnar, tá Blackpool spældi í næstbestu ensku fótbóltsdeildini um vikuskiftið. Blackpool var á vitjan har suðuri hjá Southampton, og teir høvdu øll trý stigini við sær norður aftur. Einasta málið í dystinum skoraði Burgess við brotssparki beint fyri hálvleikssteðgin. Sløk 16.000 fólk hugdu eftir dystinum, har Blackpool fekk fyrsta sigurin í hesum kappingarárinum.