Claus vann í Birmingham

Claus Bech Jørgensen og liðfelagarnir í Blackpool fingu eitt sera gott úrslit í næstbestu ensku fótbóltsdeildini um vikuskiftið. Blackpool spældi á útivølli ímóti Birmingham, og Blackpool vann dystin. Einasta málið í dystinum skoraði Blackpool beint eftir hálvleikssteðgin. Claus Bech Jørgensen, fyrrverandi føroyskur landsliðsspælari, spældi við allar 90 minuttir.